Á lívshavsins bylgjum mín sál var í neyð

Orð: Henry L. Gilmour
Lag: George D. Moore
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: The heaven of rest

1. Á lívshavsins bylgjum mín sál var í neyð,
av syndini tyngdur var eg;
men stjørna upp steig
á tí villini leið,
til havnina leiddi hon meg.

Niðurlag: Mítt akker er fallið í hvílunnar havn,
ei meir út á havið tað ber;
lat bylgjurnar slá!
Tær meg ei kunnu ná
í lívd av Guds kærleika her.

2. Tann stjørnan var Jesus; hann vísti mær seg,
og trúgvin greip orðið um hann;
tá brustu øll bond,
tí Guds orð og Guds ond
á ótta og ivanum vann.

3. Tí elskar mítt hjarta nú songin um hann,
um Jesus, sum hvílu mær gav,
sum bjargaði mær,
tá í vanda eg var,
og hótti hitt brúsandi hav.

4. Hvør lívsælt at eiga ein hvíldarstað, har
sum Jóhannes einaferð lá,
við Jesusar bróst,
inntil alt verður ljóst,
til skjótt vit í skýnum hann sjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin