Á lívsins havi sigli eg

Orð og lag: Marius K. Magnusson

1. Á lívsins havi sigli eg
ímillum sker, sum ræða meg.
Harri, tú mær loðsur ver,
inntil mítt akker kastað er.

2. Í havsbrúnni eg síggi ljós;
frá tíni dýrd vís tú mær kós.
Uttan teg eg einki kann,
tí eina tú mær frelsu vann.

3. Skjótt himmalheimið eygað sær
– og brátt ein dag eg lendi har;
sorg og saknur enda tá,
og eg skal míni kæru sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin