Á morgni árla vit Guði lova

Orð: A.C. Evensen

Á morgni árla vit Guði lova,
sum lærdi okkum so trygt at sova
í Jesu navni um náttartíð
sum børn á armi hjá móður blíð’.

Á morgni sólin í líðum hongur;
og til sítt arbeiði maður gongur;
sum fuglur vítt yvir landið fer,
mín morgunsongur úr hjarta ber.

Á morgni árla av gulli lýsir,
og hugin gleðini inni hýsir;
er sælur dagur, um tárið rann,
tá til Guðs æru tú livdi hann.

So gangi hvør til sítt egna yrki,
og byggi hvør so Guðs hús og kirkju;
tá fært tú eydnu og huga til
at gera gagn, rætt sum Guð tað vil.

FavoriteLoadingGoym tekstin