Á morgni Harrin býður

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi

Á morgni Harrin býður
tær til sín bønarmann,
og alt sum dagur líður,
av nýggjum kallar hann.
Og sig tá fúsur: «Ja,
eg tænari vil vera
hjá tær og verk títt gera.»
So verður sál tín glað.

Hvør til Guðs árla kemur,
hann mikla gleði fær;
tá Harrans verk hann fremur,
hann kennir, Guð er nær.
Væl gjøgnum heimsins stríð
Guðs milda hond hann leiðir,
í himmiríki eigur
hann heim um alla tíð.

Tú, sum á lívsins vári
Guðs kall ei lýddi á,
kom nú á ellis ári,
tú somu løn skalt fá.
At lokka burtur við
góð lyfti verðin hevur;
gott lív tær Harrin gevur
og sælan himlafrið.

Hví manst tú tá enn drála
at søkja trygga grund,
á syndagøtum vála?
Nei, leita á Guðs fund!
Hann tekur blítt ímót
og hendur vil tær rætta;
hann byrðar vil tær lætta
og styrkja troyttan fót.

Um verðin vil teg freista,
um sorgir herja á,
hann sterkur vil teg troysta
og standa tær íhjá;
hann gongur tær við lið
á lívsins hálu gøtu;
í deyðans beisku løtu
hann ber teg heim til frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin