Á myrku vetrarnátt

Orð: Andreas Andreassen
Lag: Fólkalag frá Neapel
Viðmerking: Yrktur í 1979 eftir hugskoti úr Santa Lucia-vísuni.

1. Á myrku vetrarnátt
mong sita og kúra,
men fell nú ei í fátt,
legg av at stúra.

Niðurlag: Einaferð kemur hon
aftur so ljós og von,
Santa Lusia, Santa Lusia.

2. Her í tí lágu lon
mangur seg gremur.
Vónina vekur hon,
áræðið fremur.

3. Áðrenn vit varnast tað,
er hon her aftur.
Ernast tá fólk og fæ,
hugin gerst lættur.

4. Tá kemur lív í alt,
sum lá í dvala,
og var so stirt og kalt;
tá fer at næla.

5. Tokuni lættir í,
livnar í lyngi,
grønkast í lág og líð,
meðan vit syngja:

FavoriteLoadingGoym tekstin