Á náðihavinum eg ferðist trygt

Orð: Paul Rader
Lag: Arthur W. McKee
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: The river of thy grace

1. Á náðihavinum eg ferðist trygt
ímóti gyltu himnastrondini,
og í tínum kærleika mítt alt er bygt
– skjótt í Himlinum eg síggi teg.

Niðurlag: Áh, skjótt dagar undan
ljósa himnaglæman.
Tína tign og dýrd eg síggi tá.
Vit í allar ævir vera saman
har við gyltu náðitrónuna.

2. Tín Halgi Kærleiksandi foldum á
enn bjóðar syndarum hin sanna frið.
Bert títt dýrabara blóð á Golgata
veitir deyðadømdum sálum grið.

3. Gud kallar eymt á hvønn ein syndara.
Tú ófrelsti, kom trúgv á Frelsaran!
Fest títt trúareyga nú bert Jesus á,
og í Himmalin teg leiðir hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin