Eg á náttartíð var djúpt í dustið boygdur

Orð og lag: Mosie Lister
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Where no one stands alone

1. Eg á náttartíð var djúpt í dustið boygdur,
tætt var myrkrið, sum ei sigast kann,
og mítt hjarta var tómt, eg um miskunn bað,
og bøn mín hjarta hans vann:

Niðurlag: „Harri, halt míni hond
gjøgnum myrkursins lond
frá nú og í ævirnar við.
Leið tú meg
trygt tín veg
hvønn dagin við tína lið!“

2. Eg á høvdingahæddum á fold kann standa,
eiga alt, sum er sinninum kært.
Tó tað svárasta í hesum heimi er,
tá vinir kennast so fjart.