Á, reina ungmoy, sælast av kvinnum

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Ave Maria/Sigvaldi Kaldalóns

Á, reina ungmoy, sælast av kvinnum,
útvald, signað av Guði tí Hægsta,
Frelsara heimsins tú bar í heimin inn.
:,:Sæla Maria:,:
tú av kvinnum sælast ert,
:,:sæla Maria,:,:
tí tú Son Guðs bar í heim.

Sæla Maria, Guði fult tú trúði:
Tá gangist mær so, sum Hann hevur sagt mær,
frø teg tí, mín sál, í Frelsara mínum!
:,:Sæla Maria:,:
tú av kvinnum sælast ert.
:,:Sæla Maria:,:
Frelsaran tú bar í heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin