Á, sál, ert tú mótleys og byrðað?

Orð og lag: Helen H. Lemmel
Týtt: Brynleif Hansen

1. Á, sál, ert tú mótleys og byrðað?
Ei ljós tú í náttini sært?
Tað er ljóst, bert tú hyggur á Jesus,
og lív tú í yvirflóð fært.

Niðurlag: Vend títt eyga á Jesus,
hygg inn í Hans andlit so kært,
og øll heimsins gleði vil fána burt
í tí náði og dýrd, tú har sært.

2. Hann sigur tær vann gjøgnum deyðan,
og Honum bert sigra vit við.
Ei syndin kann á okkum valda,
Hann vann okkum fullkomnan frið.

3. Hans Orð og Hans lyfti ei svíkja,
bert trúgv teimum, hvussu ið fer.
Far so út í heimin hin myrka
og frelsunnarboðskapin ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin