Á, sál, tú sum gongur á syndanna veg

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, sál, tú sum gongur á syndanna veg,
so eymliga Frelsarin kallar á teg:
Á, kom til Mín!
:,:Hann kom her til jarðar
til treytir so harðar
at útvega frelsu til tín.:,:

2. Hann kallar teg nú sum Hann kallaði fyrr,
og bankar á hjarta tíns fastlæstu dyr:
Eg elski teg!
:,: So lágt Hann seg setti,
so høgt Hann teg metti,
at lív sítt Hann gav fyri teg.:,:

3. Á, hoyr tó Hans kall ljóða kærleiksfult, milt:
Tú burtvilsta barn, hoyr Mítt tilboð so gylt,
vend um til Mín!
:,: Frá Golgata ljóðar:
Guð frelsu tær bjóðar,
ja, náði og frelsu til tín.:,:

4. So, kom nú, á, synduga sál troytt og móð,
lat reinsa frá synd teg hitt Guðs Sonar blóð,
so rein tú gerst.
:,: Hann dómin burt tekur,
burt synd tína rekur,
og frelsir teg júst sum tú ert.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin