A-sangurin

Lag: My darling Clemmentine.

Fleskið dandar, konan andar,
so tað hoyrist heim í lon.
Gólvið bognar, dellan tognar,
– maðurin hann hevur gron.

Heim úr arbeið’ maður kemur,
men har er so tómt í lon.
Eingin grýta er á tremur,
tað er tí, hann hevur gron.

Hvar er mamma, hvar er systir?
– spyr hann so sín lítla son.
Eri bæði svangur, tystur,
– tað er tí eg havi gron.

Meðan konan roynir lætna,
tað við buldur og við brak.
Einki er við hús til matna,
– maðurin so diddarak.

Fleskið dandar, konan andar,
so tað hoyrist heim í lon,
lemmar bogna, dellur togna
– maðurin hann hevur gron.

FavoriteLoadingGoym tekstin