Á skaparmorgni fyrsta

Orð: Reidun Rindal
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1989.

1. Á skaparmorgni fyrsta
var jørðin myrk og ber;
men skaparorðið birti
alt tað skaparverk, ið er.
Ein dýrdarríkur heimur
– eitt undurverk at sjá.
Og enn tað undur hendir:
Gud vil foldum búgva á.

Niðurlag: Veldis Gud enn virkin er,
– allar lutir nýggjar ger,
enn hans orð er kraftarmikið,
alt av nýggjum skapar hann.
Veldis Gud alt skapar nýtt.

2. Syndin køvdi alla gleði,
myrkrið huldi lívsins veg.
Harrin gav oss nýggja megi,
skuldabræv várt kvittaði.
Sjálvt tær purpurreyðu syndir
eru hvítar eins og fonn,
Jesus læt upp lívsins grindir;
tøkk, at talan hon er sonn!

3. Vit á rødd hans vilja lýða,
tá hann talar lívsins orð,
vilja góða stríðið stríða,
fáa sess við náðar borð.
Nú í dópi vár vit liva
her í friðleysari verð.
Navn várt er í himni skrivað,
– livandi tann vónin er.

4. Til at tæna her í heimi
vil hann hava teg og meg.
Hann vil savna allar sálir
í samfelag við seg.
Tí vit biðja, orð hans tala
og ei boðum liggja á.
O, tann gleði, o, tann sæla,
tá vit Harran skulu sjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin