Á, søkk meg djúpt í dópsins streymar

Orð: T. B. Barratt
Lag og týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, søkk meg djúpt í dópsins streymar,
meg grava heilt til Jesu deyð;
ei draga meir meg heimsins dreymar,
eg gera vil sum Guð mær beyð!
Eg søkkjast vil í dópsins flóð
til lívsins Anda, vatn og blóð.

2. Nú vil eg sum tey fyrstu kristnu
hin lýdnivegin ganga her;
eg fylgi teim úr vatn upprisnu,
– ei onnur leið til málið ber!
Við glaðum sinni syngi eg,
í dópinum gekk Harrans veg!

3. Nú eg úr dópsins grøv uppstandi,
eg fylgja einans Jesus vil;
farvæl er sagt Egyptalandi,
nú bert eg hoyri Guði til.
Mín dópur vitnisburður er:
Eg byrjað havi hesa ferð.

FavoriteLoadingGoym tekstin