Á stillu nátt

Orð: Knút Wang
Lag: M. S. Viðstein

Á stillu nátt á dreymagátt,
tá leiti eg til tín.
Eg sovni inn við bros á kinn,
og droymi, tú ert mín.

Í dreymi eg tá vitji teg
á náttarstillu stund.
Í dreymaverð tá ber vár ferð
til ástareyman fund.

Mær eru nær tá varrar tvær,
Ið leska sál og sinn.
Og brosið títt í hjarta mítt
ber ljós og hita inn.

Men náttin fer, tað aftur ber
úr dreymaverð hjá mær.
Og vakni eg, tú fer tín veg
og ert ei longur nær.

Um meg ei tú vilt elska nú
sum tá, vit kendust gott.
Eg hitti teg á mínum veg,
Í dreymaverð á nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin