Á stjørnukláru, miðju nátt

Orð: Edmund Hamilton Sears
Lag 1: Richard Storrs Willis
Lag 2: Gamalt enskt
Týtt: Flóvin Tyril og Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: It came upon the midnight clear

1. Á stjørnukláru, miðju nátt
brátt hoyrdist hørpuspæl
og einglasongur yvir ong
um frið og boð so sæl:
„Í Dávids staði, Betlehem,
er føddur Harrin Krist.
Hann loysa skal sítt fólk frá synd
og frelsa fallin, mist.“

2. Um góðan tokka monnum í
og sannan frið á jørð –
enn ljóða hesi fagnarboð,
tey hoyrið ein og hvør!
Um heimurin enn merktur er
av ófriði og synd,
er Frelsarin tann sami enn –
upp letur eygu blind.

3. Og tú, sum knógvar undir synd
– ein niðurbrotin sál –
tú strevast eftir lívsins veg,
men uttan mið og mál.
Hygg upp! Tí einglar friðarboð
tær bera vong í vong:
„Tær Frelsari nú føddur er
– hoyr fagra einglasong!“

4. Og tann, ið lítur seg á hann,
sum føddist, doyði her,
av sonnum finnur leiðina,
ið heim til Himmals ber.
Kom, tilbið hann og tøkk fram ber
og heiður honum vís,
sum einglarnir í fornu tíð –
syng Gudi lov og prís!

5. Nú tímaglasið tømist skjótt,
sum av profetum spátt,
og tíðarteknið boðar frá,
at Kristus kemur brátt.
Tá friður valda skal um lond
og semja ævilong,
og alt, ið skapt er, syngur við
hin fagra einglasong!

FavoriteLoadingGoym tekstin