Á, sum mær leingist til Staðin

Orð og lag: Halvar Holm
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, sum mær leingist til Staðin
handanvert larmandi verð.
Leingist har Jesus at síggja,
síggja Hann, sum Hann er.

Niðurlag: Á, sum mær leingist, mær leingist
til Dagin, sum skjótt er her;
Jesus frá jørð tá meg heintar
heim, har Hann Sjálvur er.

2. Á, sum mær leingist til Staðin,
syndarum lívsvón Hann bar;
saman í ævir vit vera,
tá ið vit standa har.

3. Á, sum mær leingist til Staðin,
Jesus skjótt kallar meg heim.
Tá skal eg búgva í Staðnum,
umbýtt er sorg við gleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin