Á, takk Gud fyri orðið

Orð: John Hullah
Lag: W.W. How
Týtt: Johan við Neyst

Á, takk Gud fyri orðið og vísdóm himli frá.
Tín sannleiki ei svitast, títt ljós meg lýsir á.
Eg prísi tínu ljósi, sum kom av himli hátt,
tað lykt er fóti mínum og ljós á myrku nátt.

Guds samkoma er dýrtkeypt, so undurfull hon ber
hitt sanna ljós og skínur ígjøgnum myrkrið her.
Hon er hitt gylta skrínið við skattum skyggjandi,
hon er hin sanna myndin av Kristi likami.

Guds samkoma enn skínur, men skjótt hon burtur fer.
Hon stendur sum ein viti, tá mjørki, myrkur er.
Sum kumpass, segl og sjókort hon er á ferðini.
Tá ódnasjógvar bróta, hjálp okkum frelsari!

Lat okkum altíð vera sum gullið skínandi,
so fólkasløg tey síggja hin sanna ljósins veg.
Sum pílagrímar ferðast vit gjøgnum skýggj so svørt,
inntil vit síggja Jesus hin morgunstjørna bjørt.

FavoriteLoadingGoym tekstin