Á teim ljósu strondum

Orð: Fanny Crosby
Lag: William J. Kirkpatrick, Jens Guttesen
Týtt: Jákup Olsen

1. Á teim ljósu strondum, hvar
øll tey frelstu møtast, har
eingin stormur ýla fær –
møt mær har!
Har sum myrkrið svinnur brátt,
har í dag er vend øll nátt,
har sum alt er ljóst og gott –
møt mær har!

Niðurlag:
Møt mær har, møt mær har,
har sum lívsins træ man blóma, møt mær har!
Har sum stormar tagna brátt,
har sum aldri verður nátt,
har tey frelstu savnast brátt –
møt mær har!

2. Besta vón ei her er føst,
sorgin nívir mangt eitt bróst,
men í Himli alt er ljóst –
møt mær har!
Har sum uppfylt er hvør vón,
har sum trúgv er vend í sjón,
myrka nátt er broytt í nón –
møt mær har!

3. Har tey frelstu syngja hátt
til hin søta hørpuslátt,
har í ævir alt er gott –
møt mær har!
Har ei skilnarsótt er meir,
har ei sorgir eru fleir,
har sum aldri nakar doyr –
møt mær har!

FavoriteLoadingGoym tekstin