Á tí ljósa morgni Harrans frelstu, tá

Orð og lag: Anders Georg Flodén
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: När den gyllne morgon skördemännen gå

1. Á tí ljósa morgni Harrans frelstu, tá
ið basúnin ljóðar, fara foldum frá.
Framman fyri hásætið tey møtast glað,
verða øll væl fagnað í Guds dýrdarstað.

Niðurlag: Gylti morgun, gylti morgun,
síðsta náttin svunnin er.
Heim vit fara glað, vit síggja Frelsaran,
halleluja, gleði, sum av øllum ber.

2. Á tí ljósa morgni upp úr grøvini
rísur hvør, sum her í Kristi sovnaði,
og sum brúður hans tey skulu stíga inn
glað og prísandi í sjálvan Himmalin.

3. Á tí ljósa morgni møðin burtur er,
og tá hvíla øll, sum krossin bóru her,
eingin deyði, sorg – hitt góða stríðið strítt,
tí hitt fyrra farið er, og alt er nýtt.

4. Á tí ljósa morgni – skalt tú vera við
í tí frelsta skara, har eitt ótalt lið?
Skalt tú syngja songin nýggja heima tá
og til Gud og Lambið tína hørpu slá?

FavoriteLoadingGoym tekstin