Á tí seinasta degi hjá Guds fólki her

Orð: Johnson Oatman
Lag: Kem G. Bottorf
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Á tí seinasta degi hjá Guds fólki her,
tá í skýggjum várt eyga Jesus sær.
Her sum fremmand – at enda, vit náa várt heim.
Prísa Gudi, tá eru vit øll har.

Niðurlag:
Verða har, verða har, vit verða har,
tá av degi lýsa skal.
Tá Guds fólk savnast heim.
Prísa Gudi, tá eru vit øll har.

2. Tá hvør frelstur á fold syngur sameintan song
við Guds einglum og gyltan búna fær.
Tá ið tónarnir ringja og gullhørpan slær.
Prísa Gudi, tá eru vit øll har.

3. Vit farvæl aldri siga, har sálin tá býr,
eingin sorg ella freisting okkum nær.
Og tá Jesus skal siga: „Ver vælkomin heim!“
Prísa Gudi, tá eru vit øll har.

FavoriteLoadingGoym tekstin