Á tí stilla, ljósa morgni

Orð: Henry A. Tandberg
Lag: James M. Black
Týtt: Victor Danielsen

1. Á tí stilla, ljósa morgni
og um miðjan arbeiðsdag,
tá ið vermir sól, tá ódnin harðast er,
tá ið nátt er myrk og døpur,
hvørja tíð og hvørt eitt stað,
vil eg lurta, nær ið Harrin kemur her.

Niðurlag: Tí tú kemur, ja, tú kemur,
tekin sýna
komu tína!
Nær er stundin, loysnarstundin;
eg vil lurta, nær ið Harrin kemur her.

2. Fyri mína skuld hann troyttur
gekk um Galileafjøll,
fyri mína skuld um Kedrons løk hann fer,
fyri mína skuld á krossi
hekk hann, tá hann sviku øll –
men nú lurti eg, nær Harrin kemur her.

3. Ikki vildi hann sum kongur
verða krýndur, heiður fá,
heldur doyggja fyri eina falna verð;
men nú situr hann í dýrd og
ljóma Faðir sínum hjá –
og eg lurti, nær ið Harrin kemur her.

4. Ja, hann kemur, sum kann loysa
bond og ugga hjørtu móð,
sum á fólks síns trongd og stríði enda ger;
Jesus kemur – áh, mín sál, er
henda vónin ikki góð!
Jú, eg lurta vil, nær Harrin kemur her.

FavoriteLoadingGoym tekstin