Á tínar hjartadyr Jesus nú bankar

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á tínar hjartadyr Jesus nú bankar,
fegin Hann vil sleppa inn;
men tú mást opna, tað kann ikki Jesus,
lat upp títt hjarta og sinn.

Niðurlag: Lat upp dyrnar, hjartadyrnar,
Jesus væntar eitt svar frá tær.
Lat upp dyrnar, hjartadyrnar,
sig, kom inn hjá mær.

2. Mong hava hoyrt hvussu Jesus man banka,
hava tó læst sínar dyr.
Hoyr nú, óróliga, friðleysa hjarta,
einaferð enn Jesus spyr:

3. Hvør tann sum hoyrir og letur upp dyrnar,
hann fær her Jesus sum gest.
Friður og náði skal fylla títt hjarta,
forsmakk av Himmalsins fest.

FavoriteLoadingGoym tekstin