Á, um eg kundi sum lerkur sungið

Orð: Eric Bergquist
Lag: Johannes Alfred Hultman
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, um eg kundi sum lerkur sungið
í sól og fleyri um bø og ong.
:,:Á, um eg kundi úr sorg og trega
mót Himni sungið ein takkarsong.:,:

2. Á, um eg kundi sum keldan fríska
í tónum borið ein linna her
:,:til tey, sum nívast av lívsins trega
og suffa, Guð, upp frá hesi verð.:,:

3. Á, um eg kundi sum lerkur sveimað,
og sungið gleði í heimin út,
:,:og sjálvur horvið í sólarsetri
og ævigt hvílt við Títt bróst, o, Guð.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin