Á undurfullan, loyndan hátt

Orð: William Cowper
Lag: William Croft, Charles E. Horsley
Týtt: Victor Danielsen

1. Á undurfullan, loyndan hátt
Gud fremur alt sítt ráð,
í ljós hann vendir myrku nátt
og gongur bylgjum á.

2. Í sínum djúpa vísdómsráð,
sum ikki fatast kann,
hann letur síni undur sjá,
sín vilja virkar hann.

3. Áh, tú Guds barn, ei óttist tú!
Tey skýggj, tú ræðist so,
eitt regn við signing goyma nú
og bera friðarboð.

4. Lít fast á Gud og døm hann ei,
halt út og stillur ver!
Tí tykist hann at siga nei,
eitt ja tó eftir er.

5. Tað barn, ið bíðar, síggja vil
síns Faðirs hjartalag,
og náttin vendist um eitt bil
í ljósan, bjartan dag.

6. Blind vantrúgv villir bert av leið
og oyðileggur alt;
Guds hond er mild, hans gøta greið,
sum skjótt tú síggja skalt.

FavoriteLoadingGoym tekstin