Á vakt á ljósins tindum

Orð: John H. Yates
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Á vakt á ljósins tindum
teir trúarkappar stá;
til sigur stríðið førast má,
nú náttin kemur á.
Tó Satans pílar myrkja sól
sum freka heglingsæl,
várt trúarmerki enn sum fyrr,
tað sigur geva skal.

Niðurlag: Trúgv sigursmerkið er,
trúgv sigursmerkið er;
áh, sigursmerki stórt,
sum vunnið hevur alt!

2. Guds frelsa, hon er hjálmur vár,
várt svørð er Harrans orð;
so stríddu teir, sum sita nú
í gleði við Guds borð.
Frá kraft til kraft teir fóru fram,
tá harðast stríðið brann,
og sigursskjøldur teirra var
tann trúgv, sum deyðan vann.

3. Á øllum síðum leikar stríð,
og flokkar herja á;
tó, Harrans verk ei lúta skal,
men sigur stóran fá;
við sannleika í hjartarót,
í barmi Harrans frið,
vit taka Andans svørð í hond
og vinna Satans lið.

FavoriteLoadingGoym tekstin