Á, var tað bert ein

Orð og lag: Olai Aalen
Týtt: Karin Samuelsen

1. Á, var tað bert ein,
sum vit kundu uggað, bert einasta ein,
og turkað av syrgjandi kinni eitt tár
og grøtt bert eitt bløðandi, eymt hjartasár
og vermt væl og hjálpt her og lívga bert ein,
– ein einasta ein.

2. Á, var tað bert ein,
sum vit kundu vart, ja, bert einasta ein,
av unglingum teimum, sum leika so frítt
og droyma so stórt, men tó søkka so títt.
Á, kundu vit bjargað frá falli bert ein,
– ein einasta ein.

3. Á, var tað so væl,
at vit kundu loyst bert ein einasta træl,
og slitið í petti eitt fjøtrandi band
og drigið ein druknandi aftur á land.
Á, kundu vit aftur á føtur reist ein,
– ein einasta ein.

FavoriteLoadingGoym tekstin