Á vára lívsleið koma løtur

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í januar 2010.

Á vára lívsleið koma løtur,
tá val er millum rangt og rætt,
og mangar eru heimsins gøtur,
ið ringja seg úr ætt í ætt.
Tá ræður um at skyna á,
hvør rætta gøtan er at gá.

Ein unglingi har standa mundi,
tá Jesusi hann spurning bar,
hvat gott hann sjálvur gera kundi
til ævigt lív at fáa sær?
“Sel alt!” var Jesu greiða svar,
“og dýrgrip tú í himli fær.”

“Kom so og fylg mær!” Jesus segði,
og unglingin tá valið fekk.
Men hug til tess hann ikki hevði,
– frá Jesusi hann syrgin gekk.
Hann valdi heldur heimsins eyð
enn lívið, Jesus honum beyð.

Mong eru bond, ið okkum binda
til mangt og hvat í hesi verð,
ja, sannast má, vit mangan synda
í hugsan, orði og í gerð;
helst mangt eitt val bar burt av leið
og tyngdi vára æviskeið.

Tí, góði Gud, vit til tín leita
og biðja teg av hjartans grund,
at tú mást okkum styrki veita,
so vit av hjarta, sál og lund
í trúarlýdni fylgja tær,
til vára lívsleið enda fær.

FavoriteLoadingGoym tekstin