Á veg mót Zions Staði ein pílagrím eg sá

Orð: Ókendur
Lag: Mín bátur er lítil
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á veg mót Zions Staði ein pílagrím eg sá,
hann bar ein vakran kappa, um ennið friður lá;
frá byrðum var hann loystur, við krossin alt var lagt,
og Jesu blóð tað gav honum frímóð, dirvi, makt.

2. Eg sá hann venda bakið til heimsins gleim og dans,
hann ynskti bert at fylgja í fetum Frelsarans;
hitt gamla alt varð jarðað, í dópsins grøv var lagt,
til heimsins tómu gleði farvæl hann hevði sagt.

3. Eg sá í middagshita hann stríddi seg avstað
í skundi mót tí Landi har alt er gleðilag;
í Klettinum fann hunang, av Lívsins løki drakk,
hann var so hjartans fegin, hans hjarta fylt við takk.

4. Eg sá hann møta systkjum, sum gingu sama veg,
men sett seg høvdu niður, við bálið vermdu seg.
Við heimsins hálu tungum tey reiddu honum borð,
hann næstan misti mótið, um ei hann las Guðs Orð.

5. Eg sá hann troyttan stíga, tá sólin fór í kav,
upp brattar fjallalíðir, Guð honum styrki gav;
við treysti helt hann framá á lívsins smala veg,
og sang so hjartans fegin: Skjótt kann eg hvíla meg.

6. Eg sá hann seint á kvøldi, tá freisting í hann sleit,
mót Halgidómi Himins í trúgv og bøn hann leit;
hann kom til Dýrdarportrið – har væntaður hann var,
eymt Harrin tók hann at sær, hann síðsta strekkið bar.

7. Tá floymdi gleðisangur í Himli sum ein flóð:
Øll prís og tøkk til Lambið, sum frelsti oss við blóð’!
Tá leit hann rundanum seg, á, hvør ein gleði, gleim,
og rópti: Halleluja, eg eri komin heim!

FavoriteLoadingGoym tekstin