Á veg yvir heiðuna blómu eg fann

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á veg yvir heiðuna blómu eg fann
í grýtutu reyn millum fjøll,
:,:eg mest sum av tilvild meg á hana rann,
hon stóð har so heilt einsamøll.:,:

2. Sig, óttast tú ei millum steinskuggar goymd,
umgivin av trølsligum ljóð?
:,:Á, nei, eg av Skapar’num ei verði gloymd,
Hans hond verjuleysum ber ró.:,:

3. Men ynskir tú ikki við urtagarðslið,
at sýnast har einhvør teg sær?
:,:Á, nei, best eg trívist í haga í frið,
til hagaurt skapað eg varð.:,:

4. Men doyggja í vetrarins stormi tú fert,
tú blóma, sum gleði mær bar.
:,:Á, nei, undir kavafonn hvíli eg bert,
og vakni tá vársólin sær.:,:

5. Hav takk fyri hetta, tú lært hevur meg:
Um einslig enn verður mín leið,
:,:tann Guð, sum meg skapti, mín Faðir jú er,
sjálvt blómuna gloymir Hann ei.:,:

6. Sum blóman eg følna og doyggja jú skal,
men Frelsarans lyfti tó er:
:,:Um hold mítt er fjalt undir moldum, tó sæl
í varðveitslu Guðs sálin er.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin