Á veg

Týtt: Malan Johannesen
Lag: Mikael Wiehe
Viðmerking: Týddur til ólavsøkukabarettina í 1975 eftir svenska bólkinum Hoola Bandoola Band.

1. Tit stúrið ikki, kvinnur,
hóast leiðin tykist long,
vit koma har vit vilja,
bert vit taka saman hond.
Um vandar tíggjufaldast,
tað nervar okkum ei,
tí hóast alt er málið,
at vit ganga somu leið.

2. Tit stúrið ikki, kvinnur,
vit stríða sama stríð,
at kappast ella klandrast
tað vit leggja einki í.
Um kúganin seg krógvar
og nýggjar hamir fær,
hon hevur sama snýðið,
tá vit skræða skortin av.

3. Vit skulu lemjast,
vit skulu skerjast,
tí einsamøll og sundurbýtt
eru vit lættari at slá.
Men um vit semjast,
vit bara semjast,
so er einki, sum kann forða,
at vit saman náa á mál.

4. Fólkið skal sigra,
tað kann ikki lúta,
og tey, sum vóru kúgað,
bera sigurin til hús.
Men mannaættin hálva,
hon verður ikki fræls,
so leingi sum tey kúga
hina helvtina til træls.

FavoriteLoadingGoym tekstin