Á, eg veit, tað finnist eitt undurfult Land

Orð: Erik Martinsson
Lag: Petur Hermansen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, eg veit, tað finnist eitt undurfult Land
handan stjørnuhavsins brá,
handan sorg og sjúku á tíðarinnar strond,
har ei lívsins stormar ná’.

Niðurlag: Handan stjørnur klárar, handan heimsins brús
skal eg ein dag flyta til míns Faðirs hús.
Aldri meir mær leingist til jarðarlívið her,
ævigt heima sálin er.

2. Har skal eg í ævir á gullgøtum gá
syngja Lambsins nýggja song.
Har skal eg Tær møta, ja, Frelsari mín,
gleðast ævina so long.

3. Har vit skulu skína, sum stjørnur í ský,
handan stjørnuhavsins brá;
Harrin sjálvur sól er, -hvør undurfull sjón,
Himmal verður okkum tá.

Niðurlag: Handan stjørnur klárar, handan heimsins brús
skal eg ein dag flyta til míns Faðirs hús.
Eins og stjørnur skína tey frelstu øll tá,
handan stjørnuhavsins brá.

FavoriteLoadingGoym tekstin