Áarbylgja klára

Orð: Gunnar Dahl-Olsen
Lag 1: Jógvan Waagstein
Lag 2: Hanus G. Johansen

1. Áarbylgja klára
teskar, suffar, tigur ei,
sig mær, kanst tú svala
sorg, ið sára sveið?

2. Kvøð mær, áarbylgja,
syrgiliga kvæði mítt,
rura mær til blundar
alduteskið títt.

3. Lat í dreymahøllum
gjøgnum aldubrosið meg
hoyra hana siga:
“Sí, eg elski teg -“.

4. Fevn meg áarbylgja,
lopin lívsleið legðist mær,
lat meg millum klettar
hvíla trygt hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin