Abba, Faðir, síggj, vit koma

Orð: James George Deck
Lag 1: William Howard Doane
Lag 2: Ira David Sankey
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Abba, father! We approach thee

1. Abba, Faðir, síggj, vit koma
í várs Harra Jesu navn,
sum tín barnaflokkur savnast,
søkja Gud, inn í tín favn!
Blóðið hevur okkum reinsað,
harvið fagnar okkum tú,
og tín Andi lærdi okkum
Abba, Faðir! siga nú.

2. Eitt sinn langt av leið vit gingu,
vónleys, blind í sál og sinn;
men tín ríka, fría náði
leiddi okkum til tín inn;
hin fortapta son tú kysti,
klædning, skógvar, ring hann fekk,
bústað hjá tær sjálvum gavst tú
tí, sum fyrr í myrkri gekk.

3. Og í hesum rættferðbúna
er várt stað við borð títt nú;
náði tín várt hjarta gleðir,
ja, og glaður, Gud, ert tú!
Eigur ein seg ei at frøa,
hoyra vit teg siga her,
at hann livir, sum var deyður,
at hitt vilsta funnið er!

4. Abba, Faðir! Vit tilbiðja
teg, til vit teg síggja har,
meðan einglaskarar undrast,
at so stór tín náði var.
Skjótt við tína trónu savnað
skulu, betur enn í dag,
tíni børn í sigursfrøi
Abba, Faðir! syngja glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin