Abbabeiggi

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen

Tað kom ein fínur maður til okkara í gjár
í hatti og í sólbrillum við stórari sigar.
Í oyrunum, á fingrunum, í smílinum var gull.
Ikki hyggja so, segði mamma loyndarfull.

Sum ungur fór at sigla, og ongin Joi sá.
Tá langabbi var níti, kom bræv úr USA.
Øll prátaðu um Joi, um hansar dollargrín.
Nú situr hann í stovuni, abbabeiggi mín.

Hoyr, mín lítli vinur, if you come with me,
í Amerika is so much, tú burdi see.

I have my egna flogfar og seglskip very fine,
ramblerbilin kennir tú, tann verksmiðjan is mine.
Við hús I have a swimmingpool, no children, onga wife.
Too busy var at giftast, I have a pragtfult life.

Tá eg fór til songar, ei blund í eygað fekk.
Eg spældi film í Hollywood, í Disneyworld eg gekk.
At grava eftir gulli við abbabeiggja má.
Rúmdarferð til mánan, eg skal til USA.

FavoriteLoadingGoym tekstin