Adam eina løtu var

Adam eina løtu var,
einsamallur her í verð,
kvinnan enn var ikki liðug »fabrikerað«,
men fyrst ið hann hana sær,
ivast hann ei hvør hon var,
hugsar: »Handan vakra kvinnan mín skal verða«.

Eins og Adam tonkti tá,
mangur drongur tonkja má,
tí so nógvar vakrar gentur her vit eiga,
er hann smæðin, vendir sær,
torir henni ei nóg nær,
onkur bilur nokk skal tey tá saman leiða.

Fyrr tey nýttu hjall og neyst,
hoyggjhúsið tó nýttu flest,
har bar til at halda ástarfund í loyndum.
Nú í bili, opinlýst,
tíggju ofta samantrýst,
halda slíkar fundir, tað veit ein av royndum.

Ikki øll tó nýta bil,
halda tað ber betri til,
einans tvey á eini súklu við
motori,
brátt gerst gentan køld og blá,
drongurin tá verma má,
hana, annars er tað ikki rætt atborið.

Dansurin er góður við,
hann fær tingini á glið,
har kann sigast tað sum ei bleiv sagt í bili,
tey sum ikki nýta dans,
skulu hava onkran tjans
møtir, ungdómslegur, soleiðis er skilið.

Onnur hava ongan hast,
sjeyti ár, ei fingið fast,
blíva kallað gamlir dreingir, gamlar gentur.
Harrin tó helt, ei var gott,
liva eina dag og nátt,
rætt hann hevði nokk, um hann ei var studentur.

Sita vit tí her í kvøld,
ikki svong og ikki køld,
kokkarnir, teir hava allir úr at gera,
menn og kvinnur lið um lið,
hava ikki á sær frið,
smílandi tey okkum mat og drekka bera.

Ynskja vit nú okkum tað,
at vit skulu hvønn ein dag,
liva lukkulig í friði og í náðum.
Harrin fylgja okkum skal,
tá skal alt nokk ganga væl,
hann er álitið hjá høgum sum hjá lágum.

FavoriteLoadingGoym tekstin