Áður livdi eg í synd

Orð og lag: Hank Williams
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Áður livdi eg í synd,
sál mín burturvilst og blind,
kendi órógv fyri deyðans myrka lið’;
men øll Satans sterku bond,
loysti Jesu kærleikshond,
sál mín frøist fylt av sælu og av frið.
:,:Eg varð fríur, halleluja.:,:
eg varð fríaður frá syndarinnar last.
Jesus tók mín straff á seg, tá Hann doyði fyri meg,
eg varð loystur og hvør syndaleinkja brast.

2. Harrans lyfti til mín er:
Andans kraft hin sama er,
hon ber kraft til tann, sum tungt í trælkan lá.
Tungutala, profeti,
hetta kanst tú eiga við,
tann, sum trýr, í dag ta somu kraft kann fá’.
Nú hann brennur, halleluja, ja, hann brennur, halleluja,
Andans eldur brennur nú í míni sál.
Jesus loysti hvørt eitt band, setti hjarta mítt í brand,
nú hann brennur, ja, hann brennur mær í sál.

3. Um tú svára sjúku ber,
Jesus enn hin sami er,
grøðir sjúk og fríar tann, sum er í neyð.
Eingin vístur burtur varð,
eisini Hann hjálpir tær,
Guð, Hann bjóðar børnum sínum lívsins breyð.
:,:Jesus grøðir, halleluja,:,:
Jesus grøðir sjúkdómar av øllum slag.
Hvat so enn tín plága er, hon til krossin negld jú er,
Jesus Kristus grøðir sjúku enn í dag.

4. Hoyr, hvønn boðskap Skriftin ber:
Jesus Kristus skjótt er her,
Hann skal heinta tey, sum á Hann hava trúð.
Har eitt brúdleyp stórt Hann ger,
makan vit ei sóu her,
ert tú búgvin, klædd í Lambsins brúðarskrúð?
Ver tilreiðar, ver tilreiðar,
ver tilreiðar, tað er sakin,
ver tilreiðar til at møta tínum Guð’.
Jesus kemur aftur skjótt, síni vil Hann heinta brátt,
ver tilreiðar, vel í dag hin góða lut.

FavoriteLoadingGoym tekstin