Áður óljóð fylti sinnið, sorgin nívdi meg

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: There’s a new song in my heart

1. Áður óljóð fylti sinnið, sorgin nívdi meg,
tí mítt hjarta tyngdist svárt av syndabyrðini.

Niðurlag: Nýggjan song nú syngi eg,
síðan Jesus loysti meg,
nýggjan song nú syngi eg,
himmalskt ljóð kom á mín veg.
Øll mín synd er strikað út,
tí í deyðan gav hann seg,
fullan frið eg fann,
ei eg vikast kann,
nýggjan song nú syngi eg.

2. Undurfull ein broyting hendi lívi mínum í,
tí eg leit á Frelsaran, og sál mín gjørdist frí.

3. Ein dag fari eg til Himmals, hoyri einglasong,
syngja skal eg við teim frelstu prís til Gud, vár kong.

4. Eg vil syngja honum lovsong, ið ei enda fær,
fyri undurfulla bjarging, ið hann veitti mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin