Áður var alt bara tómleiki

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: It’s a wonderful, wonderful life

1. Áður var alt bara tómleiki,
høpisleyst lív mítt var tá.
Jesusi møtti eg – alt varð broytt,
hjarta mítt syngja má:

Niðurlag: Lívið undurfult, undurfult er,
tá tað ævigt gerst tín ogn.
Lívið undurfult, undurfult er,
stormur vendur er í logn.
Gleði er, har ið grátur fyrr var,
sannur friður, um myrk er nátt.
Sum tú ferðast á leið,
verður svikin tú ei
– lívið undurfult, undurfult er.

2. Vinur, um enn tú ta byrði ber,
hana, sum leingi tú bar,
kom nú til Jesus, ei drála meir,
nýtt lív í honum tú fær.