Ævig, dýrmett, hægsta vera

Orð: Páll Jónsson
Lag (2007): Knút Olsen
Týtt (2003): Petur Jacob Sigvardsen

1. Ævig, dýrmett, hægsta vera,
veldig, heilag, náðirík,
Gud vár, lov og tøkk vit bera,
ljómi lovsangsharpa slík.
Mikil, góður, Gud, tú ert,
boða tíni verk mær bert.
Tú, ið ræður øllum yvir,
alt tú signar, sum her livir.

2. Um eg ei á foldarvegi
andlit títt eg skoði her,
ella ljómans miklu megi,
ljósins Gud, sum skin frá tær,
hjarta mítt tó tekkir teg,
teg, sum styrkir stakkals meg
og sum faðir elskar, fagnar
og við náðargávum gagnar.

3. Frá tær ljós og lívið stroymir,
hjálp og signing hvørt eitt sinn,
meg tín faðirforsjón goymir,
frelsir, lívgar, Drottin mín.
Tú mær vísir lívsins leið,
lættir kross mítt æviskeið,
veitir mátt og magn at stríða
her í freisting, sorg og kvíða.

4. Tínir kærleiks geislar skína
bjartir um alt ríki títt,
alt mær váttar góðsku tína,
í tær gleðist hjarta mítt.
Alt í tær man gleða seg,
mildi tín man metta meg,
alt, sum livir, her tær fagni,
lov títt, faðir, aldri tagni.

FavoriteLoadingGoym tekstin