Aftan á storm og bylgjuslag

Orð: I.I. Leslie
Lag: Francis A. Blackmer, Joseph Parry
Týtt: Victor Danielsen

1. Aftan á storm og bylgjuslag,
aftan á hvønn ein myrkan dag,
aftan á sker og boðar her
Guds børnum friður goymdur er.

Niðurlag:
Aftan á tað, her vit sjá,
hvat verður tá, hvat verður tá?
Aftan á tað, her vit sjá,
ævin langa verður tá.

2. Aftan á myrku vetrartíð,
aftan á pínu, sorg og stríð,
aftan á hesi stuttu ár
eiga Guds børn eitt ævigt vár.

3. Aftan á langa arbeiðsdag,
middag og nón og sólarlag,
tá ið so kvøldið komið er,
Gudsbarnið heim til hvílu fer.

4. Nú, vinur, eftir tíni ár,
eftir títt stríð og tíni tár,
tá eitt sinn ævin opnar seg –
hvat er tá eftir fyri teg?

FavoriteLoadingGoym tekstin