Aftan stongdar dyr eg siti

Orð: Christoffer Jensen
Lag: Amerikanskt fólkalag

1. Aftan stongdar dyr eg siti,
og nú skal eg greiða frá
um tann órætt, mær var litin,
um ta lagnu, mær var á.

2. Faðir mín var aðalborin,
elsti sonurin eg var,
bróðir mín, ið var óvorðin,
eygnasteinur faðirs var.

3. Var har genta, nevnd Helena,
hon var føgur eins og fá.
Bróðir elskaði Helenu,
men hann, Magnus, hetta sá.

4. So eitt kvøld å heystardegi,
sum vit gingu frarn viô å,
kemur maöur fram viô megi:
Magnus vildi okkum nå.

5. Fóru teir so upp at kjakast,
so at blóðið kom i kók.
Upp úr slíðrum knívar takast,
bróðir stakk hann, so tad tók.

6. Svikarád nú bróðir legði,
greiddi frá, at tað var eg.
Eingin trúði tí, eg segði,
øll hildu tað vera meg.

7. Eg varð dømdur til at sita
innistongdur alla tíð.
Mangar tankar man eg flyta
til tað hús, eg livdi í.

8. Arvaleysan meg faðir gjørdi,
eittans ynski havi eg,
at tann órætt’ mær var litin
aldri aftur sigra skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin