Aftur á ferð

Orð og lag: Uni Arge

Longsulin eftir at fara
fara langt burtur
hann brennur enn í mær
og løtan komin er í dag
saman við tær á ferð
langa leið burtur aftur nú
at finna nýggja orku
og at síggja onnur støð
aftur á ferð
vit flúgva yvir skýggjunum
har sólin altíð sær
vit sveima yvir regninum
og inn í heilt aðra verð

Lat okkum trína tann dansin
sum vit bæði droymdu
tá regn og myrkur køvdu alt
og kavin kom aftrat
dansa nú lætt á tá
svinga til sangin eg tær gav
tí ferðin hon er byrjað
og tíðin hvørvur skjótt framvið
aftur á ferð
vit flúgva yvir sjónum
har sum skip nú sigla heim
vit sveima yvir londum
har sum tú ongantíð var

Kenslan av at sleppa langa leið avstað í dag
kenslan av sleppa øllum onki er sum tað

Hugsa tær allan tann heimin
sum vit ikki kenna
og hugsa tær tey fólk
sum vit jú aldrin hava sæð
hví eru vit bæði á ferð
flýggja vit burtur aftur nú
at skilja hví tað besta er
at koma aftur heim
aftur á ferð
vit flúgva yvir fjøllum
sum vit mangan hava sæð
vit sveima yvir sjónum
har sum skip nú fara avstað

FavoriteLoadingGoym tekstin