Aftur birtist lív á landi

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Knút Olsen

1. Aftur birtist lív á landi!
Eg sá tjaldursflokk á sandi,
og eg mátti flóna við;
sitandi á øðrum beini,
titandi á fjørusteini
lótu tey sítt gamla kli.

2. Boð tú bert mær, nevið reyða,
foldin upp av vetrardeyða
vaknar nú til ljós og vár. –
Hvat man teg úr pálmalondum
draga norð at kuldastrondum
manga túsundtala ár?

3. Her tú vart í heimin borið,
og títt heim tað er tær vorðið
dýrari enn alt á fold;
tær sum mær hitt magnarbandið,
ástin fjálg til ættarlandið
báðum borin er í hold.

4. Ung vit hava leikt í haga,
árla dags í fjøru vaðað,
og tá kvøldarsólin blíð
roðaði á bræddum leingjum,
eg í dreymum, tú á veingjum
risu bæði hátt mót ský.

5. Hvar ið vit á foldum ferðast,
minnir heiman okkum berast
tíðum yvir víða hav,
birta kenslur upp í logar,
kveikja longsulin, ið togar
heim til landið, Gud oss gav.

6. Birkilund og blumsturgarðar,
lerkasongur uggar aðrar,
lítið hugnar okkum tveim,
stillar ikki sáran longsil
– rósugarður tykist fongsil –
einans Føroyar er mítt heim!

FavoriteLoadingGoym tekstin