Eg aftur síggi fjall og dal og tindar

Orð: Aa. O. Vinje
Lag: Edv. Grieg
Týtt úr norskum: Nyholm Debess

1. Eg aftur síggi fjall og dal og tindar,
sum áður eg á ungdómsárum sá,
um heita ennið leika fleyr og vindar,
og kavin tykist gyltur eins og tá.
Mær fyri saknin móðurlandið rindar,
mær tyngist hugur, tó fremst gleðin lá.
Við ungdómsminnum sjónin øll er blandað,
hon valdar meg, so neyvan eg kann anda.

2. Enn lívið goymir alt, tað fyrr mær goymdi,
tá undir snjó eg fann hitt grøna strá.
Eg droymdi enn, sum fyrr eg javnan droymdi,
tá móti himni stóðu fjøll so blá.
Eg gloymdi dagsins stríð, sum fyrr eg gloymdi,
um einans kvøldsetu mær untist sjá.
Eg finni væl ein vin, ið mær vil hýsa,
tá sólin móti myrkri heim vil lýsa.

3. Alt er sum fyrr, við vakurleika randað,
tó tykist dagur lýsa meira bjart;
og har sum fyrr eg kendi neyð og vanda,
har tykist harða fjallið minni hart.
Sjálvt tá til tungu synd meg nornur ganda,
har fellur skuggamyndin minni svart.
Nú semjandi teir hittast gamlir tankar,
hitt sama hjartað er, ið eldri bankar.

4. Eg hvønn ein stein man sum ein kenning finna,
har spældi eg sum piltur glaða stund.
Sum kempur baldar, spyrst nú, hvør skal vinna
av hesum risum, komnir her á fund.
Alt minnir meg, meg minnir, meg man minna,
til sólin slóknar, – áður bjørt og rund. –
Men inn í síðsta svøvnin mín tá rugga
tey gomlu minnir og teir gomlu skuggar.

FavoriteLoadingGoym tekstin