Aftur

Orð og lag: Ova

tá eg vaknaði í morgun, einsamallur í songini
eg fór út í gongina á wc, stovuna og køkin
tú var ikki at finna. eg rópti men eg fekk einki svar
fekk mær klæðir upp á kroppin. kendi meg naknan innanfyri

er tað gott?
ella ringt?
at standa
eftir her?

fór við bussinum oman í býin. gekk runt í havn
har vóru nøkur fá fólk. eg spurdi men eingin visti nakað
tú var ikki at finna. eg rópti men eg fekk einki svar
eg fór niðan í hoydalar, berjabrekku men eingin var heima

eg havi aldrin trúð upp á huldufólk
men hvør kann hava gjørt hetta her?
onkur hevur verið her og tikið til sín

men so hoyrdi eg tónleik, eri eg í ørviti?
eg bleiv virkuliga bangin. so nógv fólk vóru horvin
tú var ikki at finna. eg rópti men eg fekk einki svar
okkurt hálaði í meg. er tað tú? ert tú komin aftur?

men so kendi eg okkurt. fór oman. stóð har við havið
ein kúla kom upp úr vatninum. eg koyrdi kúluna í munnin
tá var tú at finna. eg rópti og eg fekk eitt svar
so eg fari avstað nú…

FavoriteLoadingGoym tekstin