Afturhvarv

Orð: Kári P.
Lag: Donovan Phillips Leitch

1. Sótu í skýmaskoti, Skallagríms Egil og eg,
samdir um eitt samfelag so rotið,
at saman gingu vit ein annan veg;
men vistu ei, at hvørgin visti hví,
vit snáva á og detta bratt útí
og minna okkum á, eitt langt lív aftaná,
at vit offur vóru náttúrunnar trá.

2. Meg droymdi í deyðadali,
seytjan svartar riddarar og meg.
Viðgingu at spilt var spælið
og kjørbreyt okkar’ lá við alfarveg.
Men hvussu skuldi piltar vita tá,
hvussu ættin vendi, leiðin lá.
Lyft tín fingur upp og líð á vøluspá
og vindurin man tolka tína trá.

3. Nú syngur søtt ein gomul rotta,
einki loyndarmál er heilagt fyri mær.
Eitt leysingarbarn av seksti átta,
syngur syrgiliga synd í sjálvum sær.
Men hvar bleiv leiðin av?
Svarar sjálvur: »Samvitskan svav«,
og svør síðan uppá, so mong ár aftaná,
at hvør og ein vil gylla gamla trá.

4. Viðhvørt detti eg um dagarnar og leingist
til eitt ókent land, har brendar eru brýr.
Hugleiði til hamurin spreingist,
klippi píkatráð heilt inn, har kjarnin býr.
Og hvør skal tá siga hvat og hví,
eg svimji í tí ei kann flótast í,
bert hann í himnablá, kann svara tær uppá,
um perluportrið passar tíni trá.

FavoriteLoadingGoym tekstin