Áh, ásjón, háðað, bannað

Orð: Bernard úr Clairvaux
Lag 1: Hans Leo Hassler
Lag 2: Melchior Teschner
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Salve caput cruentatum (O hoved, høit forhånet)

1. Áh, ásjón, háðað, bannað,
so blóðig, sligin, særd,
áh, tornakrýnda panna,
áh, ásjón, spýtt og bard!
Áh, høvur, tú, sum ræður
í dýrd og heiður nú,
ein ormur, ikki maður,
á krossinum vart tú!

2. Áh, Jesus, Lambið særda,
í vár stað hekst tú har,
vár straff og byrði var tað,
sum lá so tungt á tær!
Vit takka tær av hjarta,
ja, fyri alt, tú leið,
ta kvøl, hitt myrkrið svarta,
tey tungu spor, tú steig!

3. Ja, okkum lær tilbiðja
teg, tú, sum ert so nær,
og lat ta tøkk, vit siga,
áh, Harri, toknast tær!
Lat okkum altíð minnast
ta tyngd, sum á tær lá,
inntil hjá tær vit finnast
og takka betur tá!

FavoriteLoadingGoym tekstin