Áh, bløddi hann, mín Frelsari

Orð: Isaac Watts
Lag: Asa Hull
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, bløddi hann, mín Frelsari,
og doyði kongur mín,
og var tað fyri meg, ein orm,
hann gav upp anda sín?

Niðurlag: Hjálp mær at vera trúgvur her
og kennast her við teg,
og har í tínum hásæti,
áh, Harri, minst tú meg!

2. Ja, míni misbrot vóru tað,
á krossin negldu hann!
Áh, náðiundur, miskunn stór,
sum ikki fatast kann!

3. Væl mátti náttin fjala alt,
og sólin krógva seg,
tá sjálvur Gud, mín skapari,
har doyði fyri meg.

4. Væl má eg fjala andlit mítt,
tá eg tín kross kann sjá,
væl rørast má mín sál í tøkk,
og eygað vætast tá.

5. Men míni tár, tey gjalda ei,
hvat tú mær, Harri, vann;
eg ofra tær meg sjálvan vil,
og tað er alt, eg kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin