Áh, bønartíð, áh, bønartíð

Orð: William W. Walford
Lag: William Batchelder Bradbury
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, bønartíð, áh, bønartíð,
sum kallar meg frá sorg og stríð
at bera fram, áh, Gud, til tín
alt tað, sum tyngir anda mín!
Tá mótið fall, og grátur rann,
eg har ein søtan lætta fann,
úr freisting mangan frelstur var,
áh, bønarstund, av tær, av tær!

2. Áh, bønartíð, áh, tíð so góð!
Tú gevur hvíld til hjørtu móð;
mín andi tráar eftir tær
og frøir seg, tá tú ert nær.
Tá leiti eg til staðin tann,
har eg við Gudi møtast kann,
og kasti tað, sum tyngir meg,
áh, bønarstund, og njóti teg!

3. Áh, bønartíð, áh, tíð so sæl!
Tín rødd mítt boð nú bera skal
til hann, sum er í trúfesti
til reiðar til at signa meg.
Og tá ið hann nú býður mær
at søkja seg og trúgva sær,
eg kasti á hann alt mítt stríð,
og bíði tær, áh, bønartíð!

FavoriteLoadingGoym tekstin