Áh, botnleysa náði, ið rætt varð mær

Orð: John E. Walvoord
Lag: Don Wyrtzen
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Unbounded grace

1. Áh, botnleysa náði, ið rætt varð mær,
tá ið eg um miskunn bað.
Í mínari trongd Jesus møtti mær,
sum hann eina dugir tað.

2. Mín einasta vón var tí náði hans
– øll syndaskuld loyst varð har.
Tá broytt varð mín kós, og mín sál fekk frið,
tá Jesus tók móti mær.

3. Guds náði ei er eftir míni dygd,
men bert, tí hann elskar meg.
Hans kærleiksverk ævigt ei enda fær
– hvønn dag hann nú leiðir meg.

4. Ein dag brátt eg skilja til fulnar skal,
hvør stór henda náði var,
tá skararnir Lambinum syngja lov,
sum náðina veitti mær.